BlueGreenFuture.com

BlueGreenFuture.com er slóðbrótandi átak, sum ger tað lættari hjá føroyskum fyritøkum at fáa vinnuliga úrtøku burtur úr skjótast vaksandi vinnuøkinum í alheims búskapinum.

Hetta verður innan Cleantech, sum er altjóða felagsheitið fyri tøkni og loysnir, sum spara um orkunýtslu og minka um skaðilig umhvørvisárin.

 

News
Endamál við BlueGreenFuture
Kunna um, samskipa og marknaðarføra
Endamálið við BlueGreenFuture er at kunna um, samskipa og marknaðarføra føroyska tøkni og føroyskar loysnir innan Cleantech økið fram í móti COP15 í desember 2009 í Keypmannahavn og í framhald av hesum. Les meira
Víðsjón við BlueGreenFuture
Grøn tøkni á bláa havinum í framtíðini
Víðsjónin við BlueGreenFuture er at skapa eitt netverk av veitarum, sum hava útflutning og Cleantech til felags.

Hetta skal vera við til at lætta um at koma í samband við altjóða marknaðin, sum søknast eftir burðardyggum og umhvørvisvinarligum loysnum. Les meira
Tríggjar loysnir til føroyskar fyritøkur
Tænastur og tilboð í trimum pakkum:
Pakki 1 er ein grundpakki – við beinleiðis tænastum til fyritøkurnar
Pakki 2 er ein sponsorpakki, sum umframt tænasturnar í pakka 1, gevur størri fyritøkum møguleika fyri at profilera seg innan Cleantech – fáa eitt grønt og umhvørvisvinarligt brand
Pakki 3 er ein íløgupakki, serliga rættaður móti fíggingarstovnum og íleggjaragrunnum.
Les meira